Landsliðhetjur taka yvir í HB – Køge

Daniel Agger og Lars Jacobsen verða venjarar hjá fyrrverandi føroyingafelagi

Tað er ikki á hvørjum degi, at fyrrverandi landsliðshetjur taka við sum venjarar hjá smærri feløgunum. Í dag hevur danska felagið HB Køge sett navnframu Daniel Agger og Lars Jacobsen sum nýtt venjarapar, skrivar Ritzau.

Teir hava samanlagt spælt 156 landsdystir fyri Danmark, og teir hava báðir staðið seg væl í útlendskum feløgum. Daniel Agger spældi frá 2006 til 2014 við Liverpool, meðan Lars Jacobsen hevur spælt í Premier League við feløgum sum Everton, Blackburn og West Ham. Hann fór eisini sum ungur til HSV Hamburg í Bundesliguni, og hevur tænt fyri seg í tveimum førum á høgra bakki hjá FC Keypmannahavn. Báðir løgdu gaggurnar á hillina í 2016.

Daniel Agger hevur høvðusvenjari og Lars Jacobsen verður tað, sum tey rópa fyri fyrstaliðsvenjari.Fráfarandi venjari er Auri Skarbalius, ið nú verður tekniskur stjóri í Capelli Sport, sum eigur HB Køge.

HB Køge er ein samanrenning frá 2009 av Herfølge Boldklub og Køge Boldklub. Frá 1995 til 2001 spældi Jákup Mikkelsen við Herfølge Boldklub, har hann millum annað vann danska meistaraheitið. Jónas Tór Næs spældi eisini við Køge Boldklub frá 2007 til 2008.