landslag.fo/09

avmyndan-umskapan-avskapan

Tíðindaskriv frá Listafelagnum

 

 

Stórur áhugi hevur verið fyri at senda inn til Ólav­søkuframsýningina í ár. Nevndin í Listafelagnum hevur tikið móti langt oman fyri hundrað myndum og verkum undir yvirskriftini landslag.fo/09. Við á framsýningina koma umleið 90 verk eftir 30 listafólk, 13 menn og 17 kvinnur. Níggju eru fyrstu ferð við í Ólavsøkuframsýning, og verk teirra eru málningar, foto- og steintoysverk. Har­umframt eru standmyndir úr sandsteini, pappíri, stál­tráði, installatiónir og verk úr aðrari samansettari tøkni.

Framsýningin á ólavsøku í ár verður størri enn undanfarin ár, tí nú er betri pláss. Í ár er evnið landslag í nútímans teldutøkni- og alnetmentanarmerking. Í flestu førum er talan um avmyndingar av náttúru­fyri­brigdum sum fjøllum og fólkum sædd sum landsløg. Summar avmyndingar loysa kendar formar í landslagnum sundur og endurskapa teir í rúmd. Aðrar leggja dent á tað umskapaða náttúrutilfarið ella avskepla landsløg fyri at seta sjóneykuna á, hvussu sumt verður tilnevnt at vera landslagsikon. Undir tí býr, at onkursvegna er ein sterk trá í mentanini eftir at skapa slík ikon við ávísum eyðkennum. Uppaftur onnur verk seta sjón­eykuna á fatanir av hvat landsløg kunnu vera her heima og úti í heimi. Avskapaðu landslagsmyndirnar seta spurn­arteknini við list og við landslagsfatanir í okkara tíð. Ólavsøku­framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14. Ólavsøkudagarnar báðar letur framsýningin aftur kl. 20. Hon er opin til sunnudagin 9. august kl. 11-17. Atgongumerkini kosta 50 kr., børn koma inn ókeypis.

Tað er Listafelag Føroya sum skipar fyri framsýningini. GrafiskiVerkstaðurin flutti í vár oman á Skálatrøð. Hølini, har tað hevur húsast seinastu árini, eru tikin inn framsýningarhølini. Tann parturin av Listasavninum, sum upprunaliga var Listaskálin, hevur nú aftur ta stødd, sum hann hevði, tá ið Listafelagið bygdi hann.