- Einasti máti, ið tú sum borgari kanst tryggja teg, er at fáa eina booster-koppseting. Vit megna ikki at steðga virusinum. Tað vísa royndirnar higartil.
Tað sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum vísir til smittandi omikron-frábrigdið.
Jólastemningurin er avbjóðandi í grønlendska landslæknaembætinum, har landslæknin, Henrik L. Hansen, fylgir gongdini við nýggja koronufrábrigdinum, omikron.
- Í løtuni spjaðir frábrigdið seg við nógvari ferð í Danmark. Omikron er eisini komið til Føroya, og landslæknin fylgir serliga væl við støðuni í Føroyum, skrivar Sermitsiaq.
Henrik L. Hansen leggur dent á, at tað gongur ógvuliga skjótt - so skjótt, sum vit ongantíð hava sæð áður. Nýggja frábrigdið spjaðir seg yvir tað heila.
- Fríggjadagin komu seks flogfør til Føroya, og tað vóru smittað fólk í øllum flogførunum, sigur landslæknin í Grønlandi við Sermitsiaq.
Hann vísir á, at fólk, sum koma til Grønlands um jólini, fara at taka nýggja frábrigdið við sær. Tey fara at verða smittað millum koronuroyndina, og áðrenn tey fara á flog til Grønlands, sigur dapri spádómurin hjá Henrik L. Hansen.
Landslæknin sigur, at tað tiski er avgerandi, at tey, sum fáa tilboð um booster-koppseting, sum triðja koppsetingin verður rópt, taka av møguleikanum.
- Tað er meira týdningarmikið nú enn nakrantíð at lata seg koppseta, sigur Henrik L. Hansen við Sermitsiaq, sum stúrir fyri stórari smittuspjaðing við omikron.