Landslæknin ávarar um tuberklar

Tuberklar eru staðfestir, bæði í Streymoynin og Suðuroyni.

Sambært fráboðan frá Landslæknanum, Høgna Debes Joensen, er fyribils talan um trý fólk. Í Streymoynni er talan um eitt pinkubarn og mammuna, umframt at eisini eitt smábarn hevur fingið staðfest tuberklar í Suðuroy

 

Medisinska deild á Landssjúkrahúsinum hevur um hendi kanning og viðgerð av fólki, tá ið talan er um tuberklar. Somuleiðis tekur Medisinska deild sær av sporing av smittu og tiltøk í hesum sambandi í samstarvi við smittuverjufrøðingin í Føroyum.

 

Í løtuni eru trý fólk í viðgerð, meðan illgruni er um sjúku hjá einum, ið framvegis verður kannað.

 

Smittuverjufrøðingurin ger saman við læknunum á Medisinsku deild meting av, hvørji kunnu verða smittaði og skulu kannast nærri í hesum sambandi.

 

Tuberklabakterian kann setast í fleiri yrkisgøgn, men tað er bert lungnatuberklar, ið smitta.

 

Eitt fólk við lungnatuberklasjúku, sum er viðgjørd, kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp. Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittaði. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at blíva smittaður.

 

Tuberklasjúkan er rættiliga sjáldsom í Føroyum. Talið av nýfráboðaðum tilburðum hava seinnu árini verið tvey um árið.

 

Les alt tíðindabrævið frá Landslæknanum við at TRÝSTA HER.