Sum vit á in.fo skilja í morgun, so fara sera nógv fólk at fáa boð í dag um, at tey eru smittað við koronu.
– Vit hava einki yvirlit enn, men jú, vit fara uttan iva at seta met í dag.
Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum hevur úr at gera í morgun.
– Vit hava í hvussu er fleiri enn 110 nýggir smittutilburðir. Vit hava ikki finigð øll úrslitini enn, so tað kemur meira.
Sunnukvøldið var 2. jólakvøld, og tá savnaðust nógv fólk í privatum veitslum. Landslæknin útilokar ikki, at summi eru smittað í hesum sambandi.
– Tað hevur jú verið nógv sosial samvera um jólini, so tað er helst ein av høvuðsorsøkunum til stóra smittutalið. Tað síggja vit. Næstan øll, sum eru staðfest positiv, hava verið saman við smittaðum seinastu dagarnar, sigur Lars Fodgaard Møller.
Nú ræður um at halda fast, soleiðis at vit ikki missa tamarhaldið á smittuni, sigur hann, tí sjúkrahúsverkið skal kunna rúma møguligum innleggingum. Landslæknin hevur eitt tilmæli:
– Vit blíva sjálvandi ørkymlað, nú smittutalið veksur. So tey, sum ikki hava fingið 3 prik, skundið tykkum, og minnist til at avmarka sosialu samveruna komandi dagarnar.