Øll, sum skulu steriliserast í Føroyum, skulu søkja Sterilisatiónsnevndina um loyvi. Umsókn við persónligum upplýsingum og viðmæli frá lækna skal sendast nevndini, sum síðani skal játta í hvørjum einstøkum føri.
Seinastu 12 árini hava millum 48 og 92 fólk á hvørjum ári søkt serligu nevndina um loyvi at sterlisisera seg.
Nevndin hittist umleið annan hvønn mánað, og tá verða allar tær innkomnu umsóknirnar viðgjørdar. Nevndin tekur støðu á fundinum, og síðani fáa umsøkjari og lækin hjá honum boð um avgerðina. So at siga allar umsóknirnar verða játtaðar. Eitt jattandi svar frá nevndini er galdandi í eitt hálvt ár. Verður sterilisatiónin ikki gjørd innan tað, skal umsøkjarin søkja av nýggjum.
Í Sterilisatiónsnevndini halda tey, at tað er óneyðugt, at ein nevnd skal siga gott fyri hvørji einastu sterilisatión í landinum.
- Eg havi síðani 1997 regluliga mælt til, at lógin um sterilisatión verður dagførd, tí tíðin er farin frá henni, men enn er tað ikki hent, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.
Aldursmark og fríari
Lógin um sterilisatión, sum føroyingar mugu fylgja, er frá 1967.Í okkara grannalondum eru lógirnar dagførdar síðani, og ein avgerandi munur á Føroyum og grannalondunum er, at fólk, sum eru yvir ein vissan aldur – í fleiri londum 25 ár – kunnu sjálvi gera av, um tey vilja steriliserast. Ein nevnd viðger umsóknir frá yngri fólki.
Landslæknin og formaðurin fyri Sterilisatiónsnevndina, Henrik Møller, dómari, hava mælt til, at hetta eisini verður innført í Føroyum, men hóast landsumsitingin regluliga hevur fingið skriv og áheitanir um hetta síðani 1997 – seinast beint fyri jól í fjør - er lógin ikki broytt.
Og tí skulu øll, sum ætla sær at steriliserast í Føroyum, sendi umsókn til væl kvalifiseraðu Sterilisatiónsnevndina.
***
5 fólk taka støðu
Lógin um sterilisatión ásetur, at ein nevnd, sum er mannað við fimm fólkum, skal taka støðu til allar sterilisatiónir í Føroyum
Nevndin er mannað við hesum fólkum:
Sorinskrivarin – Henrik Møller
Landslæknin – Høgni Debes Joensen
Yvirlækni í gynækologi – Steintóra Samuelsen
Yvirlækni í psykiatri – Tórmóður Stórá
Jarðarmóðir – Jona Højgaard
***
Sterilisatiónir
Umsóknir um sterilisatión til Sterilisatiónsnevndina.
Menn Kvinnur Samanlagt
2009 28 38 65
2008 17 38 55
2007 33 32 65
2006 34 58 92
2005 22 43 65
2004 21 30 51
2003 21 39 60
2002 17 31 48
2001 14 47 61
2000 17 35 52
1999 9 50 59
1998 16 60 76