Landslæknin loysti gordiska knútin !

Høgni Debes Joensen skal hava stóra tøkk fyri sína grein í Dimmalætting hin 7. mai í ár.

Greinin, sum ber heitið "Ljós yvir landið" vísir á hvussu vit best kunnu koma burturúr verandi fastlæstu støðu, og hvussu vit best kunnu leggja til viks tað æviga sjabbið og aggið.
Høgni D. Joensen endar sína grein við at minna á orðini hjá tjóðarskald okkara Hans Andrias :
"Samanhald má vera"
Eg taki undir við áheitanini hjá Høgna D. Joensen, um at skipa eina samgongu við øllum seks flokkum, og lat meg gera tað við at minna á eitt annað tjóðarskald okkara, Mikkjal á Ryggi, ið hevur so nógv at læra okkum í sálminum : Guð, tú sum býður !

4. ørindi av hesum sálmi:
Fólkið títt sameint teg biður:
Gev okkum fagran sigur;
Øvundin missi sín mátt.
Lýsi tín heilagi friður
av fjalli í fjøru niður,
uttan og innan gátt.
Virka vit so í semju, alt vit evna.
Elska næstan, aldri illgerð hevna,
tá gerst okkum blíð hin stóra stevna,
og vit teg á fríðum fundi fevna.

Lat okkum støðga á, lurta, hugsa og síðani taka røttu avgerðirnar, sum vit øll kunnu fegnast um langt fram í tíðina.