Landslæknin: Fosturtøkurnar í Danmark eru ein myta

Talið á framdum fosturtøkum í Føroyum er framvegis sera lágt í mun til hini grannalondini. Sagt verður, at veruliga talið er nógv hægri, tí fleiri hundrað føroyskar kvinnur fáa fosturtøkuna framda í útlandinum, men hesum trýr landslæknin einki uppá

29 kvinnur fingu fosturtøku í Føroyum í fjør, vísa hagtølini. So lágt hevur talið á framdum fosturtøkum ikki verið seinastu 10 árini, ið annars hevur ligið millum smá 40 og góð 50.
Í mun til grannalondini er talið sera lágt, og fleiri røddir hava verið frammi um, at hagtølini ikki kunnu nýtast til so nógv, tí veruliga talið er nógv hægri.
Av tí at vit ikki hava fría fosturtøka í Føroyum, verður sagt, at fleiri kvinnur fáa fosturtøkuna framda í Danmark. Meir enn 200 kvinnur, vil onkur vera við.
Men hesum trýr landslæknin ikki.
 - Eg havi eingi tøl at vísa á, men talið er eftir mínum tykki ikki nær námind teimum 200 framdu fosturtøkunum. Eg hevði ikki verið bilsin, um talið hinvegin lá undir tey tíggju, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.
Grønland ekstremt
Í Danmark verða umleið 240 fosturtøkur framdar pr. 1000 nýfødda barn. Í Noregi er talið á leið tað sama, meðan tað í Svøríki er nakað hægri, nevniliga upp ímóti 350 framdar fosturtøkur pr. 1000 nýfødda barn.
Í Grønlandi, har frí fosturtøka er, er talið ekstremt. 970 framdar fosturtøkur pr. 1000 nýfødda barn. Við øðrum orðum verða næstan eins nógvar fosturtøkur framdar, sum børn verða fødd.