Landskrona-leikari hjá Eysturríki er deyður av syrgiligari vanlukku

Gerhard Rodax, ið spældi við Atletico Madrid í sínari tíð var millum leikararnar hjá Eysturríki, ið taptu fyri Føroyum í Landskrona

Millum eysturríkski leikararnar, ið spældu móti Føroyum í tí minniliga EM-undankappingardystinum í Landskrona 12. september í 1990 var tann tá 25 ára gamli áleyparin, Gerhard Rodax.

 

Í dag bórust sorgartíðindi í Eysturríki, at fyrrverandi eysturríkski landsliðsleikarin var deyður í einari syrgiligari vanlukku. Hetta hendi í býnum Traiskirchen, har Gerhard Rodex var árendur av einum toki.

 

Gerhard Rodax, ið gjørdist 57 ára gamal var giftur og átti tvær døtur.

 

Í Eysturríki syrgja tey mannin, ið gjørdist toppskjútti í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini í júst 1990. Árið eftir í 1991 gjørdist Gerhard Rodax spanskur steypavinnari við Atletico Madrid.

 

Hann spældi eisini við eysturríkska landsliðnum undir HM-endaspælinum í Italia í 1990, har hann skoraði seinna málið í 2-1 sigrinum á USA.

 

Gerhard Rodax spældi 20 landsdystir fyri Eysturríki. Í hesum 20 landsdystunum skoraði hann trý mál. 

 

Millum 1983 og 1990 spældi Gerhard Rodax fyri Admira Wacker í bestu eysturríksku deildini, har hann skoraði 85 mál í 192 dystum.

 

Árini 1990 og 1991 spældi Gerhard Rodax 27 dystir fyri Atletico Madrid. Tað eydnaðist Gerhard Rodax at skora níggju mál fyri Atletico.

 

Gerhard Rodax spældi 43 dystir og skoraði 12 mál fyri Rapid Wien, árini 1992 og 1993, tá hann bert 28 ára gamal valdi at gevast at spæla fótbólt á hægsta stigi.

 

Gerhard Rodax royndi at gera eitt "comeback" við Admira Wacker, kappingarárið 1995-1996, men tað eydnaðist ikki serliga væl. Hann spældi 11 dystir og megnaði ikki at skora nakað mál.

 

Av teimum 24 leikarunum, 11 føroyingar og 13 eysturríkarar, ið vóru á vøllinum í tí minniliga dystinum í Landskrona 12. september í 1990 er Gerhard Rodax tann fyrsti, ið er farin foldum frá.

 

Poul Enok Hansen, ið ikki bleiv skiftur inn í dystinum í Landskrona, doyði árið eftir bert 28 ára gamal.