Landskrona : Hickersberger vitjaði Føroyar í 2013

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Josef Hickersberger, tá eysturríkska landsliðið spældi her í 2013

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum varð gjørd við Landskrona-venjaran hjá Eysturríki, Josef Hickersberger. Samrøðan varð gjørd í FSF-húsinum 14. oktober í 2013.

 

Hickersberger viðgekk, at tað fyllir enn nógv í hansara lívi, at hann tapti ímóti Føroyum, men hann hevur havt eitt gott fótbóltslív síðani tá, har hann m.a. hevur vunnið meistaraheiti í fýra ymiskum FIFA-londum, umframt, at hann aftur var landsliðsvenjari, tá Eysturríki á heimavølli varð vertur fyri EM-endaspælinum í 2008 saman við grannalandinum, Sveis.

 

Josef Hickersberger sá Eysturríki vinna ein tryggan 3-0 sigur á Tórsvølli, og tann fyrsta sigurin á Føroyum á útivølli. Í 2008 spældu Føroyar og Eysturríki javnleik 1-1 á Tórsvølli, tá Bogi Løkin tryggjaði okkum eitt kærkomið stig. 

 

Í dag hevur Eysturríki eitt av betru landsliðunum í Evropa, og helst tað besta landsliðið síðani 1978. 

 

Á myndini sæst Hickersberger fyrstu ferð hann setti fótin á føroyska jørð, 23 ár aftaná eyðmýkingina í Landskrona.