Landskrona: Eysturríkski málverjin við í dansikapping

Seinasta vørrin Michael Konsel, eysturríkskur málverji í Landskrona gjørdi var í dansikapping í eysturríkskum sjónvarpi

Sum hjá øllum hinum eysturríksku spælarunum, so gjørdist tapið ímóti Føroyum, 12. september í 1990 í Landskrona svartasta kapitlið í fótbóltssøguni hjá málverjanum Michael Konsel.

 

Hyggja vit burtur frá Landskrona-dystinum hevði Michael Konsel kortini eina heiðursverda yrkisleið. Við Rapid Wien gjørdist hann tríggjar ferðir eysturríkskur meistari, og tríggjar ferðir steypavinnari. Við eysturríkska landsliðnum rakk hann HM-endaspølunum í 1990, og í 1998. Og hann tapti tvær evropeiskar steypafinalur við Rapid Wien eisini. Ímóti Everton í 1985, og í 1996 ímóti Paris Saint Germain. Í 1998 varð Michael Konsel valdur til ársins málverja í italsku seriu A. Bæði í AS Roma, og í Rapid Wien varð Konsel valdur at verða besti málverji felagsins í 20. øld. 

 

Tann tá 38 ára gamli Michael Konsel legði handskarnar í 2000, 10 ár aftaná tapið í Landskrona.

 

Í 2007 gjørdist Michael Konsel kendur í Eysturríki fyri ein annan leiklut, tá hann kappaðist í dansikappingini "Dancing Stars" í eysturíkska kringvarpinum. Í hesari kappingini eydnaðist tað Michael Konsel at vinna eitt heiðurligt sjeynda pláss.