Landskrona-endurminningar á Rás2

Umframt prát við Magna og Jógvan Arge, sum søgdu frá dystinum í einari legendariskari útvarpsfrásøgn fyri júst 20 árum síðani, so verður eisini ringt til Jens Erik Magnussen, sum var ein av undangongumonnunum at vinnan føroyskum fótbólti altjóða viðurkenning.

 

Útvarpsbrotið við málinum hjá Torkili Nielsen ferðaðist kring allan heimin, og var at hoyra í útvarpsstøðum kring allan heimin

 

Ein samrøða við norska dómaran, Egil Nervik, sum dømdi dystin millum Føroyar og Eysturríki verður eisini at hoyra, og onkur spælari kemur eisini niðan í bowlinghøllina á Hálsi í Havn, fyri at taka lut í sendingini ?3. hálvleiki? á Rás2.

 

Sendingin byrjar klokkan 16.55. Seinni í kvøld klokkan 20.30 kemur dokumentarsendingin ?Skotið í Landskrona? í sjónvarpinum hjá Kringvarp Føroya, har tosað verður við nógvar aðrar aktørar.