Landskassin missur tríggjar milliónir

Skulu vit fáa skattatrýstið niður, eiga vit at hava eitt effektivt eftirlit við teimum lógum, sum longu eru í gildi.
Tað heldur Gudny Langaard stjóri í Vodaphone í Føroyum.
Á Vinnudegnum nevndi hon eitt hugvekjandi dømi um hvussu nógv landskassin missur um árið í mgv og øðrum avgjøldum av vørum, sum verða innfluttar uttan um avgjaldsskipanina.
Í hesum sambandi segði hon, at á Vodafone í Føroyum høvdu tey leysliga kannað eftir, hvussu nógvar iPhone 5 tey høvdu selt og samanborið tað við hvussu nógvar iPhone 5 eru á netinum hjá Vodafone.
- Tann skjóta uppgerðin skal sjálvsagt takast við fyrivarni, men hon gevur eina ábending um, at einar 500 iPhone 5 eru fluttar inn til landið uttanum avgjaldsskipanina -kanska smuglaðar til landið- bara tá ið hugsað verður um netið hjá Vodafone.
Landskassin missur kanska 2000 krónur í mvg og avgjøldum av hvørjari einastu telefon og tilsamans missur landið sostatt eina millión krónur í avgjøldum av ymsum slagi, bara hvat Vodafone viðvíkur.
Verður so kappingarneytin, Føroya Tele, taldur við, eru kanska einar 1500 iPhone 5 innfluttar til Føroya, uttanum avgjaldsskipanina.
- Sostatt missur landskassin einar tríggjar milliónir í mvg og øðrum avgjøldum, bara upp á ein einstakar vørubólk, segði Gudny Langaard.
Annars er hon samd í, at vit eiga at minka inntøkuskattin.
Hon heldur, at ein máti at útvega landskassanum fleiri inntøkur, er at leggja eina krónu í avgjaldi á liturin av olju og bensini og at hækka vekskattin 1000 krónur-
- Handverkarafrádrátturin og sjómannafrádrátturin eiga at verða avtiknir, tí teir geva onga meining
- Og so eiga vit at avtaka alla tollfría sølu, tað er ein gomul lóg, frá teirri tíðini tá ið fólk bara ferðaðust hendingaferð í lívinum.
- Nú ferðast nógv fleiri ferðir um árið og at loyva innlutningi av fartelefonum, teldum og øðrum, er ongin meining í, heldur Gudny Langaard.