Í morgun seldi fyri 550 milliónir krónur í nýggjum lánsbrøvum. Landsbankin sigur í tíðindaskrivi, at sølan gekk væl og at stórur eftirspurningur var eftir lánsbrøvunum.
Lánsbrævið er eitt seks ára standandi lán við fastari rentu og skal rindast aftur 27. juni í 2023. Rentan er 0,625 prosent um árið, men av tí at landskassin fær 100,206 fyri hvørt lánsbræv upp á 100 krónur , er effektiva rentan 0,59 prosent um árið.
Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands, har eini 20 prosent vórðu seld í Føroyum og 80 prosent vórðu seld uttanlands.
Landsbankin sigur, at hetta lánið upp á 550 milliónir krónur, og 15 ára lánið, sum landsstýrið tók fyrst í mai upp á 450 milliónir krónr, skulu brúkast til at endurfíggja lánsbrævalánið hjá landsstýrinum upp á eina milliard, sum fellur til gjaldingar 27. juni í ár.
Lánið, sum fellur til gjaldingar varð tikið í 2013 og rentan á tí er 1,75 prosent um árið. Næstu seks árini merkir hetta at landskassin skal rinda einar 5,9 milliónir krónur minni í rentum um árið.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna, og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum, sigur Landsbankin.