Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, situr í løtuni og leggur til rættis uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023, sum skal leggjast fyri Løgtingið í hesum mánaðinum Mynd: Álvur Haraldsen

Landskassin fer at hava 216 milliónir í halli

Hallið á fíggjarlógini hjá landskassanum verður væntandi 216 mió. kr. í 2022. Og næsta ár verður hallið 225 milliónir krónur

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, situr í løtuni og leggur til rættis uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023, sum skal leggjast fyri Løgtingið í hesum mánaðinum Mynd: Álvur Haraldsen

Tað skrivar Búskaparráðið í heystfrágreiðingini.

– Bæði tí útreiðslurnar og inntøkurnar eru broyttar frá tí at fíggjarlógin varð samtykt. Upprunaliga segði fíggjarlógin 38 mió. kr. í avlopi fyri árið 2022, og verða øktar inntøkur frá landsskattinum á 50 mió. kr., og 100 mió. kr. í meirinntøku frá veiði- og loyvisgjøldum umframt 75 mió. kr. frá meirvinningsbýti frá BankNordik lagdar saman, gevur hetta eina broyting í inntøkunum á +263 mió. kr. í 2022. 

– Síðani skulu eykaútreiðslur á 200 mió. kr. fyri eykajáttanir, 150 mió. kr. í meirnýtslu til íløgur, lægri inntøkur frá skrásetingargjøldum á 50 mió. kr. umframt at sølan av partabrøvum í Smyril Line á 79 mió. kr. væntandi ikki verður framd í 2022, dragast frá (tilsamans -479 mió. kr.), sum tilsamans gevur úrslitið fyri 2022 á -216 mió. kr. (263 mió. kr. – 479 mió. kr.). 

Búskaparráðið sigur, at bæði inntøkur og útreiðslur verða í 2023 framskrivaðar við +3% frá metingini fyri 2022, og harafturat verður inntøkan frá sølu av Smyril Line á 79 mió. kr. løgd afturat, er landskassaúrslitið í 2023 sostatt mett at gerast -225 mió. kr.

– Tó er tað vert at viðmerkja, at vit eru á veg inn í eitt valár, verður lagt afturat í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. 