Landskassin fekk sera gott avkast í fjør

Verður hugsað um, at korona hevur gingið um allan heim, er úrslitið sera gott, sigur Landsbankin

Í fjør fekk landskassin 75 milliónir í avkasti av teimum útlendsku virðisbrøvum, landskassin hevur sett pengar í. Tað er eitt avkast upp á 1,9 prosent.

Landsbankin sigur, at verður hugsað um at korona hevur gingið, er hetta eitt sera gott úrslit. Landsbankin sigur, at tá ið korona fór at ganga, fullu virðisbrøvini nógv í virði, tí óvissan við varð so mikið stór. Íleggjarar seldu burturav váðafúsu partabrøvunum, fyri at fara yvir í statslánsbrøv og realkredittlánsbrøv, sum eru tryggari.

– Um hetta mundi var avkastið hjá landskassanum negativt við 7,8 prosent. Men sum árið leið, øktust kunnleikin um koronu og í flestu londum vóru umfatandi hjálparpakkar settir í verk, umframt at bankarnir fóru at føra ein sera lagaligan pengapolitik. Sostatt endaði árið við at gjaldførið hjá landskassanum hevði eitt avkast upp á 1,91 prsoent, ella 75 milliónir.

Fyri at meta um, hvussu góðar íløgurnar eru, er rættari at hyggja at miðalavkastinum í einum fimm ára tíðarskeiði.

Talvan niðanfyri vísur avkastið av gjaldførinum hjá landskassanum og hon vísir, at síðani 2016 hevur avkastið verið 2,7 prosent, ella 80 milliónir, í miðal um árið, sigur Landsbankin.

##med2##