- Tað ger ikki mun fyri tann einstaka, at vit fara at skatta pensjónir við inngjald.
Tað førdi Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, fram á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
Sum skipanin er nú, verður samansparing til eftirløn ikki skattað, fyrrenn eftirlønin verður útgoldin, men tað ætlar samgongan at broyta so at samansparingin ístaðin skal skattast, tá ið hon verður goldin í pensjónsgrunnin.
Jørgen Niclasen sigur, at tey einastu, sum fara at merkja nakað til hetta, eru pensjónsfeløgini, sum missa pening at arbeiða við.
Sum støðan er tann, eigur landskassin í veruleikanum eigur 35% av øllum tí, sum stendur í pensjónsgrunnum og tað hevur onkur kallað almennur studningur til pensjónsgrunnarnar.
Í løtuni standa fimm milliardir í pensjónsgrunnum, men av teimum eigur landskassin 1,7 milliard.
- Nú hava vit hall á fíggjarlógini og skulu læna pening og eisini hesir somu pensjónsgrunnar eru til reiðar at læna landskassanum pening.
- Sostatt kann tað henda, at landskassin noyðist at læna sínar egnu pengar frá pensónsgrunnunum og enntá rinda teimum rentu afturfyri.
Skatta vit inngjaldið ístaðin, fáa vit minst 225 milliónir í landskassan næsta ár.
Men so hvørt, sum pensjónirnar hækka, økist skatturin samstundis.
Útrokningar vísa, at í 2020 fær landskassin væl yvir 300 milliónir um so er, at pensjónirnar verða skattaðar við inngjaldi.
- Gera vit onga broyting og skatta útgjaldið, fær landskassin 350 milliónir í inntøku í skatti í 2050.
Men skatta vit inngjaldið ístaðin, fær landskassin 220-250 milliónir í inntøku av skatti um árið frá nú at rokna- og eisini í 2050.
- Sostatt verður heldur ongin munur fyri landskassan í 2050 um vit skatta inngjaldið ella útgjaldið.
Munurin er, at verður inngjaldið skattað, fær landskassin eisini inntøkur beinanvegin.
Fyri kommunurnar ger tað heldur ongan mun næsta ár. Men spurningurin um, hvussu hetta ávirkar kommunurnar í 2050, veldst alt um, hvør hevur ábyrgdina av eldraøkini tá segði Jørgen Niclasen.
SITAT:
Sostatt kann tað henda, at landskassin noyðist at læna sínar egnu pengar frá pensónsgrunnunum og enntá rinda teimum rentu afturfyri.









