Leygardagin verður fyri fyrstu ferð møguleiki at hoyra Føroya Lands Harmoniorkestur spæla. Konsertin er í upphitingarkonsert til íslandsferð, sum verður frá 1 ? 8 apríl. Komandi leygardag verður fyri fyrstu ferð møguleiki at hoyra Føroya Lands Harmoniorkestur spæla. Konsertin er í veruleikanum upphitingarkonsert til íslandsferð, sum verður frá 1 ? 8 apríl.
Konsertin í Vesturkirkjuni verður leygardagin klokkan 17. Dirigentur er Bernharður Wilkinson, ið eisini stjørnar Føroya Symfoniorkestri.
Orkestrið er samansett av bestu blásarum í landinum og fevnir um bæði ungar og tilkomnar tónleikarar. Allir tónleikararnir hava somuleiðis staðið upptøkuroynd fyri at vera við í orkestrinum. Upptøkuoyndirnar til orkestrið byrjaðu fyri einun ári síðani og síðani hava venjingar verið hvønn mánað. Tað vóru einir 100 tónleikarar til upptøkuroynd og at teimum eru 65 við í orkestrinum.
Endamálið við orkestrinum er at hava eitt føroyskt flaggskip, sum kann umboða Føroyar. Endamálið er eisini at geva teimum, ið vilja meira, møguleikan at spæla á enn hægri stigi. Í hesum sambandi eru tey farin at fyrireika seg til eina danska kapping fyri orkestur næsta ár.
Men sveinaroyndin verður fyrstu vikuna í apríl, tá ið orkestrið fer til Íslands at hava tvær konsertir. Fyrra konsertin verður á Akureyri og seinna konsertin verður í ráðhúsinum í Reykjavík.
Men orkestrið spælir eisini á árligu musikkstevnuni, ið verður 20. og 21. mai í Norðurlandahúsinum.










