Landsins bíligasta bilfígging

Tryggingarfelagið lækkar rentuna á fígging av bæði nýggjum og brúktum bilum. Rentan á lánum til nýggjar bilar verður nú 4,25 prosent

BILFÍGGING

- Skalt tú keypa bil, so bjóð­ar Tryggingarfelagið Før­oyar tær ta skjótastu og bíligastu fíggingina á mark­naðinum. Tú fert beina leið inn á bilasøluna, og har fært tú lagaliga fígging og trygging alt fyri eitt. Uttan hóvasták.
Hetta sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingar­fe­lagnum Føroyar í tíð­inda­skrivi.
Tryggingarfelagið siugr, at tey hava við sera góðum úrsliti bjóðað bilakeyparum fígging á staðnum. Rentan var kappingarfør, men síðan í summar er rentustøðið nógv broytt. Tí hevur Trygg­ingarfelagið Føroyar gjørt av at lækka rentuna á bil­fíggingini av bæði nýggjum og brúktum bilum. Og tað er ikki smávegis lækking!
Rentan til fígging av nýggj­um bilum, sum hevur verið 6 prosent, lækkar niður í 4,25 prosent.
- Tað er nógv tann lægsta rentan á marknaðinum. Til samanberingar er almenna rentan hjá teimum størstu peningastovnunum 1 og 1,35 prosent hægri, sigur Tryggingarfelagið.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur eisini gjørt av at gera fíggingina av brúktum bilum enn lagaligari. Rentan á lán­um til brúktar bilar er frá dags degi lækkað úr 6 prosentum niður á 5,75 prosent.
Samstundis lækkar Trygg­ingafelagið Føroyar kravið til útgjald og gevur møguleika fyri eini longri afturgjaldingartíð, so tað gerst nógv lættari at ogna sær ein brúktan bil.
- Tilsamans hevur Trygg­ingafelagið í dag tað besta tilboðið til bilfígging á mark­naðin­um. Í viðheftu talv­uni niðanfyri síggjast rentu­satsir, útgjald og aftur­gjald­­ingar­tíðir, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagum Føroyar.
Talva, sum vísir kravið til útgjald í % av keypsprísinum og afturgjaldstíð í mán­að­um

Árgangurútgjald í %afturgj. Tíð í mðr.
20052572
20042560
20023048
20003536
19984024

20053084
20033048
20013048
19993536
19974024