Landsinnsavnan í Kringvarpinum

Sunnukvøldið 15. novembur skipar Reyði Krossur Føroya fyri landsinnsavnan í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum

Fyri at verja sjálvboðin og stuðlar, og fyri ikki at spjaða koronasmittuna, hevur Reyði Krossur valt at avlýsa siðbundnu hurð-til-hurð landsinnsavningina í ár. Ístaðin verður landsinnsavningin 2020 skipað sum ein sjónvarpssending, ið verður víst beinleiðis í Kringvarpinum sunnukvøldið 15. november kl. 19:00.

Á skránni verður góður tónleikur, undirhald, samrøður við útsend hjálparfólk og sjálvboðin, og innsløg um hjálpararbeiðið í Føroyum og kring heimin.

Í sambandi við sjónvarpssendingina verður so møguligt hjá bæði einstaklingum og fyritøkum, stovnum og øðrum at stuðla landsinnsavnanini við eini peningaupphædd.