Landsfyrisitingin luttekur á Jobmatch

Landsfyrisitingin verður við á Jobmatch, sum verður 28. desember í Østrøm, á Skálatrøð.

Á Jobmatch er gott høvi at fáa kunning og prát um landsfyrisitingina. Til ber at skapa sambond við lesandi, nýútbúgvin og onnur.Á Jobmatch eru góðir møguleikar hjá lesandi at práta við stovnar og virki um starvsvenjing og fáa ráðgeving og hjálp í samband við uppgávuskriving.

- Vit ynskja at vera sjónlig, kunna um landsfyrisitingina, sum er eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss. Vit vilja skapa sambond við lesandi og onnur, sum hava áhuga í at starvast í landsfyrisitingini. Tí eru vit við á Jobmatch” sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.

Landsfyrisitingin fevnir um Løgmansskrivstovuna og sjey stjórnarráð:

Innlendismálaráðið

Vinnumálaráðið

Mentamálaráðið

Almannamálaráðið

Fíggjarmálaráðið

Heilsumálaráðið

Fiskimálaráðið