Landsfundurin skal vera útpurring

Formaður Javnaðarfloksins ásannar á landsfundinum, at flokkurin hevur ligið ov leingi í dvala og skal nú purrast út. Nú skulu gomlu javnaðarmálini aftur setast í hásæti

 

Landsfundur


Vestmanna:

Føroya framtíð verður avgjørd við næsta val. Og tí skyldar Javnaðarflokkurin fólki, at melda greitt út, hvat flokkurin vil, segði formaður Javnaðarfloksins í formansfrágreiðing síni á landsfundinum um vikuskiftið.

Landsfundur Javnaðarfloksins verður hildin í Skúlanum í Vestmanna undir herrópinum »Fólkið fyrst« . Og eingin ivi skal vera um, at Javnaðarflokkurin eigur at halda seg til síni upprunamál, sum eru almannamál og mál, sum koma vanliga borgaranum til góðar, segði Jóannes Eidesgaard.

Sum dømi um flokk, sum hevði gloymt hesi sosialdemokratisku aðalmál, nevndi hann norska Arbeiðaraflokkin, sum við valið fyrr í vikuni fekk ein rættiliga kjaftfisk. Júst tí, at hann hevði gloymt gomlu floksvirðini, segði Jóannes Eidesgaard.

Og frá verandi samgongu er einki at vænta hendanveg, segði formaður Javnaðarfloksins. Han vísti á, at landsstýrismaðurin við almannamálum beinleiðis hevði sagt, at einki røktarheimspláss er komið afturat í hesum valskeiðnum. Og hann ivaðist heldur ikki í, at tað kemur heldur einki haðani frá.

Javnðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri verandi løgting á hesum økinum. Men tey verða feld frá hond. Eisini mál, sum flokkurin hevur lagt fram saman við øðrum.

Allur politikkur í Føroyum er seinnu árini køvdur av fullveldismálinum, sum kortini ongan veg er komið.

?Har er stutt og greitt als einki komið burtur úr, segði Jóannes Eidesgaard.

Tað undraði hann, at støðan í dag er, at samgonguflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin nú knappliga er farnir at halla til Heimastýrislógina.

Hinvegin er Javnaðarflokkurin komin tað longri, at hann arbeiðir við eini sjálvsstýrislóg.

At landsstýrissamgongan ongan veg er komin við fullveldismálinum kemst av, segði Jóannes Eidesgaard, at samgongan torir ikki at fremja málið, sum teir so braneggjaðir settu sær eftir seinasta val.

Hví fullveldið doyði í føðingini, torir samgongan ikki at koma út og siga fólki.

Hóast roynt verður at billa fólki annað inn, er veruleikin, at samgongan hevur onga sum helst ávirkan á, hvussu long skiftistíðin verður. Hana fáa teir bara ásetta úr Danmark.

Hinvegin fer sjálvsstýrislógin, Javnaðaflokkurin skýtur upp, at geva føroyingum avgerðarrættin yvir arbeiðsgongdini, segði Jóannes Eidesgaard, formaður Føroya javnaðarfloks, millum annað í ársfrágreiðin síni á landsfundinum í Vestmanna um vikuskiftið.