Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum verður sendur beinleiðis inni á heimasíðu floksins, so fólk kring alt landið kunnu fylgja við fundinum Sum nakað heilt nýtt verður nú møguleiki hjá fólki at ylgja við einum politiskum landsfundi - beinleiðis.
Fólkaflokkurin, sum hevur landsfund í Bygdarhúsinum í Kollafirði, varpar fundin beinleiðis um heimasíðuna hjá flokkinum soleiðis, at fólk kunnu fylgja við.
Talan verður sjálvandi fyrst og fremst um røðararnar, men møguleiki verður eisini at taka upp úr salinum annars.
Fundurin byrjar nú klokkan 10, eftir at fólk hava fingið sær morgunmat, og lagt verður fyri við formansfrágreiðingini, síðani greiða landsstýrisfólkini frá sínum økjum, áðrenn tingmenn fáa orðið.
Seinni verður møguleiki hjá fundarfólkinum at gera viðmerkingar og seta fram spurningar.
Eftir døgurðasteðgin fara Johnny í Grótinum og Pál Weihe at halda hvør sín fyrilestur.