Landsfundur Sambandsfloksins, sum byrjaði í gjárkvøldið í Róðrarneystinum á Argjum, heldur fram í dag við politiskari framløgu og umrøðu Hetta er tíðin, tá politisku flokkarnir halda landsfundir og floksting - alt eftir, hvussu hesir størstu árligu fundir floksins verða róptir.
Herfyri helt Sjálvstýrisflokkurin landsfund og aðalfund, og fyri nøkrum vikum síðan helt eisini Tjóðveldi floksting.
Landsfundur Sambandsfloksins byrjaði í Róðrarneystinum á Argjum í gjárkvøldið við teimum formellu viðurskiftunum, har eitt nú roknskapur floksins varð lagdur fram og góðkendur.
Í dag verða politiskar framløgur og umrøður av hesum.
Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum verður soleiðis uppafturtikin í morgun klokkan 10.
Á landsfundinum hesaferð hevur eingin latið seg stilla upp móti Kaj Leo Johannesen, formanni, og tí verður einki formansval hesaferð.
Øll sambandsfólk eru vælkomin á landsfund.
Í kvøld verður skipað fyri veitslu í Róðrarneystinum á Argjum.