Tá Fólkaflokkurin í morgin fer at halda landsfund í Virkinum á Sandi, verður fundurin vístur live á heimasíðu floksins, og høvið verður eisini hjá fólki at blanda seg. Árligi landsfundur Fólkafloksins, sum verður hildin á Sandi í morgin, verður sjónvarpaður beinleiðis á heimasíðu floksins www.folkaflokkurin.fo.
Soleiðis verður møguligt hjá øllum, ið hava áhuga fyri fundinum, at fylgja beinleiðis við tí, sum frammi verður.
Flokkurin sigur, at á heimasíðuni er eisini møguligt hjá fólki at siga sína hugsan, og hetta høvi hava fólk eisini í sambandi við landsfundin.
- Hevur tú hug at spyrja flokkin um okkurt, ella hevur tú eina viðmerking, ber til at fara inn á heimasíðuna og skriva spurning og/ella viðmerking tína undir teiginum ?Sig tína hugsan?.
Fólkaflokkurin sigur, at undir sjálvum landsfundinum verður eftir førimuni roynt at svara so nógvum sum gjørligt av teimum spurningum og viðmerkingum sum koma, meðan landsfundurin er.
- Soleiðis verður í ár ikki bara møguligt hjá fólki at fylgja við, men eisini at luttaka á landsfundinum, sigur Fólkaflokkurin.









