Landsfundur Sambandsfloksins: Setanin dróg út

Veðrið spældi sambandsfólki eitt puss fríggjakvøldið.Tað var so ólagaligt, at Smyril var umleið hálvanannan tíma seinkaður úr Havn við landsfundarluttakarunum, sum skuldu til Øravíkar

Edvard Joensen

Frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Tá landsfundur Sambandsfloksins skuldi setast í Øravík klokkan hálvgum níggju fríggjakvøldið, vóru bara einir tíggju suðringar møttir. Formaður og skrivari floksins vóru í oynni, men meginparturin av fundarluttakarunum vóru á veg suður við Smyrli, sum var nógv seinkaður av veðri. Landsynningurin var nógvur og seinkaði

sambandsfólki at fáa samband við Suðuroynna.

Tosið fall, sum vera man, niður á samráðingarferðina, føroyingar gjørdu til Danmarkar í seinastu viku.

Onkur av fundarfólkinum segði seg hava lisið Feðgar á ferð einaferð enn, tí hann helt seg síggja ávísar paralellir millum føroyingarnar á samráðingarferð í Danmark og teir heimføddu persónarnar í søgu Heðins Brú.

Men á einum øki vóru teir ólíkir, helt hesin fundarluttakarin. Ketil gjørdi alt fyri at gjalda sína skuld. Sjálvt at selja kúnna, sum annars var lívið í føroyinginum tá. Men hann var upsettur upp á at rinda sína skuld aftur. Soleiðis var ikki við okkara samráðingarmonnum. Teir fóru til Danmarkar at biða um at fáa skuldina strikaða.

Jú munur var á monnum, hildu suðringarnir á sambandsfundinum í Øravík.