Landsfundur Sambandsfloksins: Dyggur stuðul til leiðsluna

Landsfundurin var ein dygg álitisváttan til floksleiðsluna fyri tann politikk, flokkurin rekur, sigur Edmund Joensen, sum einmælt varð afturvaldur til formann í Sambandsflokkinum

Edvard Joensen

frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Landsfundurin hevur viðgjørt tær tríggjar súlurnar, sum sambandspolitikkurin hvílir á, sigur Edmund Josnen, formaður í Sambandsflokkinum við Tíðindablaðið Sosialin, beint eftir, at landsfundurin endaði í Øravík leygarkvøldið.

Tær tríggjar tungu súlurnar, hann tosar um, eru ríkisfelagsskapurin, liberalisman og almanna- og heilsumál. Umframt hevur EU parlamentslimurin hjá danska Vinstraflokkinum verið gestarøðari og hevur givið landsfundinum eitt gott innlit í, hvussu Vinstra arbeiðir í Europaparlamentinm, sigur Edmund Joensen.

Men høvuðsevnið á landsfundinum hevur verið tað dagsaktuella málið um ríkisfelagsskapin og tær samráðingar, sum Landsstýrið er í ferð við. Hetta hevur upptikið fólk nógv, og tað er heilt natúrligt, sigur formaður Sambandsfloksins. Hann sigur, at tað er heilt greitt, at allur landsfundurin hevur tikið avstand frá tí, Landsstýrið hevur gjørt. Fólk halda, at hetta hevur skatt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, umframt at tað eisini hevur skatt viðurskiftini hjá føroyingum, sum búgva í Danmark.

Fólk vilja hava steðgað hesi gongdini og heita á Sambandsflokkin um at arbeiða fyri, at gongdin verður steðgað. Landsfundurin heitir á Landsstýrið um at steðga hesi gongdini, umframt at heitt verður á fólk um ikki at taka undir við hesum málinum. Tí hendan gongdin er skaðilig fyri okkum sum fólk, sigur Edmund Joensen.

Tað hevur verið lívligt orðaskifti á fundinum við ymiskum sjónarmiðum, sum eisini heilt natúrligt er.

- Men gjøgnumgangandi er tað ein solid uppbakking um ta linjuna, sum Sambandsflokkurin hevur ført. Bæði hvat viðvíkur tí nýskipanaruppskotið, vit hava gjørt, og tí semju, sum vit hava gjørt við Javnaðarflokkin í Uttanríkisnevndini og tilmælinum til Landsstýrið. Eisini er undirtøka fyri tí varisligu liberaliseringini, vit tosa um, og sum so smátt er farin av bakkastokki. Eisini er semja um, at tað verður gjørt ov lítið við tann sosiala partin. At fáa sjúkrahús, almannaverk og samferðslu at virka. Vit eru afturútsigld, og tað er týðuligt, at øll halda, at vit eiga at gera meira við tnn partin, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum um landsfund floksins ár 2.000.

Hann sigur, at landsfundurin hevur víst eina øgiliga stóra semju í flokkinum, og at tað hevur verið øgiliga stórur áhugi at luttikið í orðaskiftinum á fundinum.

Í viðmerking til, at fyrrverandi løgtingsmaðurin, Atli Hansen, fyri stuttum beinleiðis mælti til at skifta Edmund Joensen út sum formann, sigur afturvaldi formaðurin, at tað, at hann varð afturvaldur uttan mótvalevni, væl skal skiljast sum ein tigandi undirtøka fyri tí politikki, flokkurin rekur.

»Tað hevur ikki verið eitt pipp at hoyrt frá hinari síðuni«, sigur Edmund Joensen og heldur, at tað má so vera eitt tekin um, at tann síðan hevur onga undirtøku í flokkinum. Og tað er hann takksamur fyri, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum.

Tá roknskskapurin varð lagdur fram fríggjakvøldið, kom upp, at har var eitt hall upp á góðar 400.000 krónur. Og at flokkurin hevði brúkt meira enn eina hálva millión upp á at gera eitt nýskipanaruppskot.

Í viðmerking til tað sigur formaðurin, at tað koppar ikki Sambandsflokkinum fíggjarliga. Verður hetta tikið burtur úr roknskapinum hevur árið verið rímiliga gott, tá hugsað verður um vanliga raksturin.

Nýskipanaruppskotið er fíggjað við pengum, sum vóru til taks til tað sama, og Sambandsflokkurin eigur framvegis ein skilling ella fleiri á kistubotninum, sigur Edmund Joensen, formaður í viðmerking til Tíðindablaðið Sosialin, beint eftir at landsfundurin endaði í Øravík leygarkvøldið.