Landsfundur og veitsla

Føroya Fiskimannafelag heldur landsfund á Hotel Føroyum í dag. Fundurin varð settur klokkan 10 í morgun, tá felagsformaðurin, Jan Højgaard, legði fram ársfrágreiðing felagsins um virki í farna ári.

Á skránni til landsfundin í dag er eisini framløga av grannskoðaðum roknskapi, val verður av grannskoðara, og møgulig uppskot frá stjórn og sóknum koma til viðgerðar.

Í sambandi við, at Føroya Fiskimannafelag hevði 100 ár á baki í november í ár, verður eisini skipað fyri veitslu á Hotel Føroyum í kvøld. Veitslan, sum er fyri limum við maka, byrjar klokkan 19.

Portalurin fer at venda aftur til landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag seinni í dag.