Bretski arbeiðaraflokkurin fær stóra framgongd í einari nýggjari kanning Var parlamentsval í Bretlandi í dag, hevði stjórnarflokkurin Labour fingið 31 prosent av atkvøðunum.
Kanningin gevur teimum konservativu 41 prosent, men fyri bara átta døgum síðani vóru teir konservativu 20 prosentstig frammanfyri.
Politiskir eygleiðarar í London siga, at framgongdin hjá Labour kemst av landsfundinum, sum flokkurin júst hevur havt. Har helt Gordon Brown, floksformaður og forsætisráðharri eina røðu, sum fekk góða móttøku, skrivar NTB.










