Landsfundur Sambandsfloksins byrjar á Hotel Norð á Viðareiði fríggjakvøldið kl. 19. Tá verður m.a. val av formanni og næstformanni.
Fundurin heldur fram leygarmorgunin kl. 9.30, tá ið formaður floksins, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, leggur upp til politiskt orðaskifti.
Eftir døgurðasteðgin heldur Sverri Justinussen frá Eik Banka fyrilesturin : Fíggjarkreppan og møgulig ávirkan á Føroyar. Somuleiðis heldur Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, fyrilestur, hann kallar : Eru allir møguleikar troyttir innan virðisøking í fiskivinnuni.
Sambandsflokkurin hevur eisini í ár fingið vitjan frá Venstre í Danmark. Tað eru tey bæði Sopie Løhde og Troels Lund Poulsen, sum bæði fara á talarastólin seinnapartin.
Landsfundurin endar við veitslu á hotellinum á Viðareiði.