Á landsfund hjá Labour Party

Hósdagin 26. sept. fer formaður Javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður á vitjan í Skotlandi og Onglandi. Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing frá Labour Party, sum heldur landsfund í komandi døgum í Blackpool.
Hóskvøldið verður Jóannes gestur hjá Anne Begg, MP fyri Aberdeen South til ársveitsluna hjá skotska Javnaðarflokkinum.

Fríggjamorgunin, tá Peterhead Fish Market letur upp, verður Jóannes gestur hjá stjóranum á Peterhead Harbours. Peterhead Fish Market er størsti fiskimarknaður í Norður Evropu. Tað verður sagt, at Peterhead Fish Market ávirkar vanligu fískaprísleguna, sum so aftur merkir, at tey, sum selja og keypa fisk aðrastaðni, skeita til marknaðin í Peterhead fyri at vita, hvussu prísurin er. Sostatt kann sigast, at fiskamarknaðurin í Peterhead hevur stóran týdning fyri keyp og sølu av fiski í allari Evropu.
Seinnapartin fríggjadagin verður vitjað á Robert Gordon Universitetinum í Aberdeen. Robert Gordon Universitetið er sera áhugavert, tí seinasta ár fingu 98% av teimum lesandi arbeiði ella vóru farin at lesa víðari. Hetta er besta úrslit, eitt bretskt universitet kann vísa á. Robert Gordon hevur eisini fleiri føroyskar studentar umframt teir, sum eru fjarlesandi. Leiðslan á Robert Gordon ger nógv burtur úr, at næmingarnir skulu hava eitt tilknýti til starvspláss, og tí eru avtalur gjørdar við bæði virkir og stovnar um at fáa tey lesandi at arbeiða har í styttri og longri tíðarskeið í samband við sjálvan lesturin. Hetta tryggjar, at samsvar ert ímillum lesnaðin á universitetinum og starvsmøguleikar eftir loknan lestur.
Sunnudagin verður landsstevnan hjá Labour sett í Blackpool í Onglandi. Væntandi heldur Tony Blair røðu týsdagin, og millum forvitnisligu gestarøðarnar hesuferð verður fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton.
Væntandi verður kreppan við Irak eitt av høvuðsevnunum í røðuni hjá forsætisráðharranum, og tað er mangt, sum bendir á, at hann kann rokna við at fáa nógvar atfinningar.
Millum aðrar røðarar er eisini Patriciu Hewitt. Hon er ráðharri við vinnumálum og hon fer at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er, at kvinnur og menn býta maktina ímillum sín fyri at fáa samfelagið at virka betur. David Blunkett, sum er ráðharri við innanríkismálum fer at svara spurningum um gøtukriminalitet, integratión av flóttafólki og innflytarum, útbreiðslu av hashi og øðrum evnum.
Á ráðstevnuni verða eisini sokallaðar workshops, har ráðharrar og onnur hava eitt upplegg, sum luttakararnir síðani kjakast um. Workshop er nógv brúktur hóttur til tess at fáa viðgjørt mál
Sum vanligt er til slíkar fundir, verður ein røð av mótmælisgongum framman fyri hølunum, har landsfundurin heldur til. Í løtuni er tað revaveiðan, sum er aktuel, men møguleikn fyri mótmælisgongu ímóti hvalaveiðu, er ikki óhugsandi.