Landsfevnandi fjepparatiltak

12. maður er ikki heilt so aktivur longur, men fjepparafeløgini kring landið hava stáplað eitt felags átak á beinini, so stuðulin til Serbia-dystin kann gerast tann best gjørligi

Fótbóltur

 

Seinnu árini hava føroyskir fótbóltsfjepparar skipað seg í verulig fjepparafeløg hjá ymsu Vodafone-liðunum.

Samstundis er áhugin fyri 12. manni, sum er fjepparafelagið hjá landsliðnum, minkaður munandi.

Men hetta skal ætlandi broytast í dag. Dan Brimsvík, sum er ein av hvítu tikarunum, sum stuðla B36, og saman við øðrum hevur hann tikið stig til eitt felags fjepparaátak í dag.

- Tað hevur verið tosað um tað fyrr, og nú eru vit bara farnir í holt við tað. Vit hava fingið eina sektión á Tórsvølli, har vit ætlandi skulu bæði trumma og larma, og vit vóna veruliga, at hetta kann vera við til at stuðla landsliðnum, sigur Dan Brimsvík.

- Sjálvur dagurin hjá okkum byrjar klokkan 15 á Café Mica í Miðbýnum, og so verður hitað upp til brakið á Tórsvølli. 12. maður hevur eisini verið lagaligur mótvegis okkum, so vit hava andlitsmáling og alt tað, sum hoyrir fjepparum til, sigur Dan.

Hann leggur afturat, at øll eru vælkomin til fjepparaátakið, og er onkur, sum ynskir at frætta nærri um hetta, eru tey altíð vælkomin at ringja til Dan á telefon 250099.