Landsfelag Pensjónista vil hava fráfaringaraldurin burtur

Landsfelag Pensjónista heitir á landsmyndugleikarnar um at fáa fráfaringaraldurin burtur.

— Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avgerð, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki, sigur Beata L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista.

Felagið kemur eisini við trimum øðrum áheitanunum, nevniliga at útgjaldið frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt, grundupphæddin skal hækkast, og at mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til 100.000 kr.

— Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald, skrivar Landsfelag Pensjónista í tíðindaskrivi.