Landsfelag pensjónista: Brotin lyfti

Mugu broyta Almannapensjónslógina, frá 22. desember 1999, so grundupphæddin í fólkapensjónini umsíðir verður hækka, júst sum aðrar almannaveitingar í almannapensjónslógini

Gamalt orðafelli sigur at “eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður”. Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, boðaði á fundi hin 24. juni 2010, har pensjónsnýskipan var á skránni, frá, at hækkaðu almennu lønirnar á heysti 2010 við ávísum prosenti so hækkaðu pensjónir og almannaveitingar við sama prosenti hin 1. januar 2011. Landsfelag Pensjónista var sjálvsagt fegið um hetta lyfti, tí her boðaði landsstýrismaðurin frá, at fólkapensjónist-arnir fóru at fáa júst somu “lønarhækkan” sum aðrir bólkar í samfelagnum.

Tá umboð fyri landsins ráðandi vald geva slík lyfti, eiga vit sum vanligir borgarar at kunna líta á, at givnu lyftini eru álítandi og eftirfarandi. Landsfelag Pensjónista hevur tískil síðan nevnda fund tikið sum sjálvfylgju, at Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri fór at boða landsstýriskvinnuni í almannamálum, fíggjarnevnd og løgtingslimum - í hvussu er í samgonguni, frá lyftinum sum hann gav Landsfelag Pensjónista á nevnda fundi, ið var á Hotel Hafnia henda dag í juni mánaða 2010.

Vísandi til omanfyristandandi skilir Landsfelag Pensjónista púrt onki tá Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinna í fíggjarnevndini í gjárkvøldið, hin 3. januar 2011 sigur við útvarpið viðv. hækkan av grundupphæddini í fólkapensjónini, at “ sjálvt um allar almannaveitingar verða lagaðar til lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum, so verður grundupphæddin í Fólkapensjónini ikki hækkað” og varð somuleiðis greitt frá, at hetta er tí, at tað stendur í seinasta setningi í § 2 í Løgtingslóg frá 22. desember 1999 at grundupphæddin ikki hækkar. Í § 2 í nevndu lóg verður sagt um javning av almanna-veitingum v.m.
“§ 2. HYPERLINK "http://www.logir.fo/foldb/llofo/1999/" l "SNiBUND1" 1) HYPERLINK "http://www.logir.fo/foldb/llofo/1999/" l "SNiBUND2" 2) HYPERLINK "http://www.logir.fo/foldb/llofo/1999/" l "SNiBUND3" 3) HYPERLINK "http://www.logir.fo/foldb/llofo/1999/" l "SNiBUND4" 4) HYPERLINK "http://www.logir.fo/foldb/llofo/1999/" l "SNiBUND5" 5)Almannaveitingar, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., verða frá og við 1. januar á hvørjum ári javnaðar við 1% sambært §§ 5-6. Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað.” (okkara undirstriking)
At løgtingslimur meldar út, at grundupphæddin, ið fevnir um heili 57% av samlaðu fólka-pensjónsupphæddini, heldur ikki hækkar hesu ferð, og grundar útsøgnina við, at tað stendur í einari 12 ára gamlari løgtingslóg at grundupphæddin til fólkapensjón ikki verður javnað,tykist okkum løgið. Vit vita, at prístalið sambært Hagstovu Føroya er hækkað uml. 25% seinastu 12 árini, og er útmeldingin hjá løgtingskvinnuni viðvíkjandi óreguleraðu grundupphæddini tískil sera ódámlig og ikki sørt skelkandi. Ráðandi politikarar mugu vita, at fólk skulu liva av tí løn/pensjón tey fáa, eisini fólkapensjónistar. Og tí hoyrir tað ongastaðni heima, at grundupphæddin, sum er ætla til mat og aðrar leysar útreiðslur 13 árið á rað stendur í stað, alt meðan prísirnir á mati og øðrum gerandisvørum v.m. er hækkaður ár undan ári.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingslimur og fíggjarnevndarlimur, veit somuleiðis óivað, at ein grundleggjandi spæliregla- og virði í politisku skipanini er, at lyfti, ið landsstýrismaður gevur samfelagsbólki viðv. prinsippiellum máli, sum í hesum føri, lyfti um pensjónshækkan má virðast og sjálvsagt eisini haldast. Flestu fólk her á landi vita, at lóggevarar landsins, landsstýrið og løgting, javnan leggja uppskot fyri tingið, og løgtingið javnan samtykkir lógarbroytingar.

Lógir kunnu broytast og lógir verða javnan broyttar.
Tey eldru í samfelag okkara hava serstakliga seinastu trí árini upplivað at landsins lóggevarar, tá serstakliga Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er komin við hópi av lógarbroytingum, sum hava gjørt, at veitingar og vælferðartilboð á eldraøkinum eru minkað ella skerd. Henda gongd vísir greitt, at tað er sera lætt hjá politiska valdinum at koma við lógarbroytingum, og at tað er lætt at samtykkja lógir. Tað velst bert um viljan.

Løgtingslóg um áseting og javning av allmannaveitingum frá 22. december 1999 er mangar ferðir broytt hesi farnu 12 árini. Og § 2 í lógini er broytt ikki færri enn 5 ferðir, áðrenn hon nú tann 9. december 2010 varð broytt fyri 6. ferð. Tað fær tí illa verið annað enn politiskur illvilji móti fólkapensjónistum, sum ger, at Eyðgunn Samuelsen og aðrir politikarar tvíhilda um ta ávísu ásetingina í § 2, sum sigur, at grundupphæddin verður ikki javnað. Hetta hevur kostað fólkapensjónistum dýrt: Einki endurgjald fyri prísvøksturin, sum hevur verið 25% hesi 12 árini, ongan lut í vanliga inntøkuvøkstrinum, og nú í 2011 fáa fólkapensjónistar minni enn helmingin av teirri javning, øll onnur fáa.

Áheitan á Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, at broyta Almannapensjónslógina
Landsfelag Pensjónista fer tískil við hesum at heita á Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, ið varðar av Almannapensjónslógini, beinanveg at leggja uppskot fyri løgtingið, at broyta § 2 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12 desember 2008. Hetta soleiðis at seinasti setningur í § 2, ið sigur “Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað” verður strikaður. Og at kunngerð um áseting um javning av almannaveitingum frá 13. desember 2010, verður broytt, so hon eisini fevnir um grundupphæddina í fólkapen-sjónini.
Tórshavn, hin 4. januar 2011


Nevndin í Landsfelag Pensjónista

Sigvald Kristiansen
Arne Thorsteinsson
Inna Nattestad
Finnur Johansen
Alma Petersen