Lee Kuan Yew, sum grundlegði statin Singapore, og sum eisini hevur verið forsætisráðharri har, fer nú úr stjórnini fyri at lata yngri kreftir sleppa framat. Lee hevur virkað sum serligur ráðgevi hjá stjórnini, sum sonur hansara, Lee Hsien Loong, stendur á odda fyri.
Lee, sum er borin í heim í 1923, var forsætisráðharri, tá Singapore fekk avmarkað sjálvstýri í 1959, og hann var stjórnarleiðari í 31 ár. Hann verður vanliga umrøddur sum landsfaðir og verður mettur sum ein av teimum fremstu politisku leiðarunum í Asia.
PAP-flokkurin hjá Lee hevur stýrt Singapore í meiri enn 50 ár, men í seinastuni hevur hann mist nakað av undirtøkuni. Í 2001 fekk flokkurin meiri enn 75 prosent av atkvøðunum, men nú liggur undirtøkan um 66 prosent, skrivar AP.










