Landsdysturin verður vístur í Aarhus

Aftur í kvøld verður møguligt hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum í Aarhus at fylgja føroyska landsliðnum. Landsdysturin millum Føroyar og Írland verður vístur á stórskýggja í írsku pubbini Tir Na Nog, ið liggur á Fredriksgade 40, Aarhus C.

 

Til dystin fríggjakøldið millum Føroyar og Svøríki, ið eisini var vístur í Tir Na Nog, var áhugin millum føroyingar í Aarhus ovurhonds stórur. Umframt nógvar føroyingar til dystin í kvøld í ísku pubbini, kann tað væntast nógv írsk viðhaldsfólk, so lagt er upp til brak av einum dysti bæði á Tórsvølli og í Tir Na Nog í Aarhus.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Írland byrjar klokkan 20.00 danska tíð.