Tað hevur kavað í morgun í Andorra. Tað hevur ført til ivamál, um HM undankappingardysturin millum Andorra og Føroyar verður spældur. Men ivin er ógrundaður verður sagt úr Fótbóltssambandinum.
- Vit hava verið á tekniskumfundi í morgun. Har bleiv greitt frá, at vøllurin verður ruddaður fyri kava, men at vøllurin ikki er frystur. Veðurforsøgnin sigur, at tað veður líggjari seinni í dag og kavin minkar. Tað er í løtuni einki, sum bendir á, at dysturin verður útsettur, sigur Kristin Dam Ziska úr Fótbóltssambandinum.
Sagt verður, at tað ydningarmest í løtuni er, at vøllur ikki er fystur. Er hann tað, so verður tað mett sum skaðiligt fyri spælararnar. Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Rás2 byrjar klokkan 14 við at endursenda SportBoxina frá í dag. Frá klokkan 16 er beinleiðis upptakt.










