Landsdysturin á stórskíggja í Keypmannahavn

Føroyingar í Keypmannahavn fáa nú eisini høvi at síggja landsdystin millum Føroyar og Sveis beinleiðis

Tað er pubbin The Globe, sum liggur í Nørregade (nær við Nørreport), ið fer at vísa dystin á stórskíggja. Umframt stórskíggjan eru eisini fleiri smærri sjónvørp, soleiðis at øll hava møguleikan at síggja dystin. The Globe hevur boðað frá, at í sambandi við dystin verða føroyskar drekkivørur seldar í barrini.
Dysturin, ið verður leiktur á Svangaskarði, verður bríkslaður í gongd klokkan 17.30 danska tíð.