Eisini í Aarhus verður møguligt hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum at síggja føroysku hetjurnar taka dystin upp við Zlatan og restina av svenska landsliðnum.
Tað er írska pubbin Tir Na Nog, ið vísir dystin á stórskýggja. Tir Na Nog liggur á Fredriksgade 40, Aarhus C.
Dysturin byrjar fríggjakvøldið klokkan 18.00 danska tíð. Fríggjakvøldið er eisini KulturNat Aarhus 2012, og dysturin millum Føroyar og Svøríki má tí sigast at vera ein uppløgd byrjan uppá eitt gott kvøld í Aarhus.