Nú er greitt, at landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar 22. mars komandi ár, verður spældur á Ernst Happel Stadion í Wien. Tað veit Fótbóltsamband Føroya at siga.
Eysturríkska Fótbóltssambandið boðaði fyrr í vikuni frá, at HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Føroyar tann 22. mars komandi ár, verður spældur á Ernst Happel Stadion í Wien.
Enn er endaliga klokkutíðin ikki fastløgd, men kortini er nógv sum bendir á, at dysturin verður spældur kl. 19:30, føroyska tíð.
Ersnt Happel Stadion varð bygt í 1931, og kallaðist tá Prater Stadion, og hevði pláss fyri 60.000 áskoðarum.
Áhugin fyri fótbólti í eysturríkska høvuðsstaðnum vaks støðugt, og í 1956 varð leikvøllurin útbygdur, og í landsdysti millum Eysturríki og Russlandi í 1960 vóru 91.150 áskoðarar til dystin.
Fyrst í áttatiárunum varð leikvøllurin aftur fyri stórum umbyggingum. Tak varð bygt yvir áskoðaraplássini, og setur til umeið 51.000 áskoðarar vórðu sett upp.
Í 1993 fekk fekk leikvøllurin nýtt navn, og varð kallaður Ernst Happel Stadion, uppkallað eftir eysturríkska stórspælaranum og venjaranum Ernst Franz Hermann Happel.










