Klokkan 17 leygardagin spæla landsliðshetjur í fótbólti týðandi landsdyst ímóti Andorra. Og sum tað sæst við at klikkja á lýsing vinstrumegin her á síðuni, er tað nú eisini greitt, at Televarpið og Føroya Tele fara at dystin á stórskíggja á trappuni í Vágsbotni.
Fyri at fáa fólk í tað rætta fótbóltslagið, verður farið undir upphitingina longu klokkan 16.15, tá ið Jens Marni Hansen fer at spæla, og høvi verður at fáa mála andlitið í føroysku litunum.
Har verður eisini okkurt drekkandi at fáa og øll, sum tippa rætt um úrslitið av dystinum, eru við í lutakastinum um tvey atgongumerki til næsta heimadyst móti Sveis 9. juni.