Landsdystur móti Íslandi

Komandi vikuskifti skal manslandsliðið í flogbólti leika tveir landsdystir ímóti Íslandi í Føroyum.
Fyrri dysturin verður leygarkvøldið kl. 19,00 í Høllini á Nabb, og seinni dysturin verður sunnudagin - á Norðoyastevnu - í KÍ-høllini kl. 15,30.
Dystirnir eru liður í fyrireiking hjá manslandsliðnum í flogbólti til EM-undankapping, sum verður í Norður-Írlandi um mánaðarskiftið juni-juli.
Føroyska manslandsliðið til vikurskiftið verður úttikið eftir venjingar í morgin, og eru allir útlendsku leikararnir heima í Føroyum í hesum sambandi.
Seinast liðini møttust var í EM-undankapping í Skotlandi í desember 2003, tá Føroyar vann 3-0 við settmuninum 25-22, 26-24 og 25-20.
Venjari hjá manslandsliðnum er íslendingurin Magnus Aðalsteinsson og Suni Hansen er hjálparvenjari.