Fótbóltur
Í gjár byrjaði fyrsta landsliðsvenjingin hjá A-landsliðnum í fótbólti, síðani Brian Kerr tók við sum landsliðsvenjari.
Saman við U21-hópinum, sum leygar- og týsdagin skal spæla móti Rumenia og Russlandi, býr A-landsliðshópurin á Hotel Føroyum í hesum døgum, og eru tað fyrireikingarnar til dystin móti Serbia, sum eru á skránni.
Enn hevur Brian Kerr til góðar at síggja menninar í sínum hópi spæla saman í dysti, men tað fær hann høvi til í kvøld klokkan 19. Tá verður nevnliga venjingardystur spældur millum U21- og A-landsliðið. Og tað verður uttan iva spennandi at síggja, um hesin dystur á nakran hátt fer at avdúka, hvørjar tankar nýggi venjarin hevur kring samansetingina av liðnum.
Umframt Brian Kerr og hjálparvenjaran, Jens Martin Knudsen, telur venjarahópurin kring landsliðið nú eisini Abraham Løkin. Abraham var í fleiri ár strategurin á føroyska landsliðsmiðvøllinum, og í samband við 50-ára dagin hjá UEFA varð Abraham kosin sum besti spælarin í føroyskari fótbóltssøgu.
Umframt at taka A-prógvið sum fótbóltsvenjari hevur Abraham eisini verið virkin í arbeiðinum kring yngru landsliðini, og nú er hann altso eisini knýttur at A-landsliðnum sum annar av hjálparvenjarunum.