Landsdystur fyrrapartin

Fyri fyrstu ferð verður seinni í hesum mánaðinum landsdystur spældur í Føroyum fyrrapart.

Um tvær vikur skulu Føroyar spæla tveir U21 EM undankappingardystir á heimavølli. Tann fyrri verður á Svangaskarði leygardagin 13. oktober ímóti Aserbadjan. Fyrsta bríkslið verður longu klokkan 11!

Seinni dysturin verður á Tórsvølli mikudagin 17. oktober. Hann verður ímóti Kroatia, og tá verður fyrsta bríkslið klokkan 15.

Heðin Askham og Bill Jacobsen, venjarar, hava verið noyddir at sent boð eftir nýggjum fólki, tí Einar Hansen og Jóhan Troest Davidsen nú hava fingið kjans á a-landsliðnum.

Teir, sum hava fingið boð besa ferð, og sum ikki vóru við seinast, eru Fritleif í Lambanum, ÍF, og Jóhan Petur Poulsen, Esbjerg, FB. Jóhan Petur hevur áður spælt við B68.

Liðið er boðsent at møta á Svangaskarði mikudagin 10. oktober klokkan 16.30. U21 liðið fer frá 10. og fram til 17. oktober at halda til í Klaksvík.

Teir, sum hava fingið boð, eru:

Pætur T. Jørgensen og Jónas Tór Næs, AB, Sam Jacobsen, GÍ, Magnus Olsen, Símun Rógvi Hansen og Gudmund Nielsen, B71, Poul Thomas Dam, Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen og Ólavur í Ólavsstovu, HB, Levi Hanssen, Skála, Jóhan V. Gunnarsson, B36, Bogi A Løkin, NSÍ, Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur, Kristoffur Jakobsen, KÍ, Svenn F. Jacobsen, TB, Fritleif í Lambanum, ÍF, Jóhan Petur Poulsen, Esbjerg FB og Gunnar Nielsen, Blackburn.