Landsdystur á Eiði

Føroyska og íslendska landsliðið í manshondbólti fara í komandi mánaði at spæla tveir dystir.
Dystirnir eru fyrireikingar til Challenge-Trophy kappingina, sum føroysku menninir skulu taka lut í seinni í ár.
Dystirnir móti Íslandi verða leiktir 20. og 21. mai, og verður fyrri av hesum dystunum spældur á Eiði. Seinni dysturin verður í Havn.