Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vil nú hava at vita hví, sjónvarpið hjá Kringvarpinum ikki sendi landsdystirnar í fótbólti, sum Føroyar spældu ímóti Italia og Estlandi. Í hesum sambandi hevur hann reist málið á Løgtingið, at hann beinleiðis spyr Helenu Dam á Neystabø nakrar ítøkiligar spurningar um kringvarpingina av føroyska landsliðnum.
Bill Justinussen vil hava av vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu nógv hevði tað kostað Kringvarpinum at sent landsdystin móti Italia og dystin ímóti Estlandi beinleiðis í sjónvarpinum.
Men Bill Justinussen vil eisini hava at vita, hvussu nógv, fimm teir seinastu útidystirnir hjá landsliðnum, sum sjónvarpið vísti beinleiðis, kostaðu at senda.
Og at enda vil hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu samráðingarnar um prísirnar fram og, hvør stendur fyri hesum samráðingum fyri føroyska Kringvarpið.