Landsdystir móti Íslandi

Komandi tvey vikuskiftið verða fleiri landsdystir millum ungdómslandslið hjá Føroyum og Íslandi

Í dag eru føroysku U16- og U18- kvinnurnar farnar til Íslands, har tær koma at spæla tveir landsdystir í Kórinn í Kópavági og næsta vikuskiftið  koma íslendsku U16-menninir til Føroyar at spæla tveir dystir.

 

Dystirnir í Íslandi verða stroymdir á youtube síðuni hjá íslendska hondbóltsambandinum HSÍ – YouTube, meðan dystir í Føroyum verða stroymdir á live.hsf.fo.

 

Dystirnir eru liðir í fyrireikingum til komandi altjóða kappingar. U16-kvinnurnar skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 8. juli, meðan U18-kvinnur fyrireika seg til HM-endaspælið í Norðurmakedonia 30. juli til 10. august.

 

U16-dreingir fyrireika seg til European Open í 2023. Tað er nakað serligt at umboða sítt land í landsdysti og sum liður fyrireikingunum vóru U16-liðini eisini til ein gevandi fyrilestur hjá Jens á Skipagøtu mikudagin, har tey arbeiddu við tí sálarliga í at spæla sín fyrsta landsdyst.

 

Dystarskráin sær soleiðis út:

 

Leygardagin 4. juni kl. 13.00 U16-kvinnur Ísland – Føroyar

 

Leygardagin 4. juni kl. 15.30 U18-kvinnur Ísland – Føroyar

 

Sunnudagin 5. juni kl. 13.00 U16-kvinnur Ísland – Føroyar

 

Sunnudagin 5. juni kl. 15.30 U18-kvinnur Ísland – Føroyar

 

Leygardagin 11. juni kl. 17.00 U16-menn Føroyar – Ísland

 

Leygardagin 12. juni kl. 17.00 U16-menn Føroyar – Ísland