TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Svein Rógva Nielsen Ljósstein í sendingini "Sjóteim" á Rás2 fyrrapartin.
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum er væl kendur sum venjari í hondbólti staðfestir aftaná tvey áttamálstap og eitt ellivumálstap í HM-undankappingini hjá manslandsliðnum í hondbólti, at ein gamal trupuleiki spøkti aftur hesaferð: Spælararnir á okkara landsliði hava ov vánaliga venjingarstøðu, og hava ov fáar vøddar.
Svein Rógvi heldur, at tekniskt og taktiskt eru føroysku hondbóltsspælararnir væl fyri, men teir fella tá tað kemur til venjingarstøðu, orku og manglandi vøddar.
- Um ein smádrongur og ein maður fara at berjast, so vita vit hvør vinnur, staðfestir Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.
- Spælararnir mugu fara inn í venjingarhøli og lyfta nøkur kg upp frá jørðini, slær Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fast.