<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tað var eitt slag av undantaksstøðu, tá samráðingarnar seinast endaðu við, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fóru í verkfall. Soleiðis vil tað vera, men formansfrágreiðingin til aðalfundinu hjá FA hevur ikki rósandi orð at bera løgreglu og myndugleikum.
Ingeborg Vinther sigur m.a. í formansfrágreiðing síni:
- Sigast má,at verkfallið skrivar søgu, tí hetta er ivaleyst fyrstu ferð í Før-
oya søgu, at kapitalurin hevur nýtt løgregluna sum skutilsveinar og jarnbrot
móti friðarligum verkfalsvaktum.Hetta varð gjørt undir verkfallinum, tá ið
løgreglan kom á staðið kring landið og rak allar verkfalsvaktir til hús.
Í Kollafirði nýtti løgreglan bæði hundar og vápn, so líkt var til, at farið
varð eftir stórum lógbrótarum og ikki friðarligum fakfelagslimum.
Eg sjálv, og formaðurin í HAK, vórðu eltar av løgregluni, hvørja ferð vit
fóru út úr Havnini,í eina heila viku. Men málið er ikki avgreitt enn,og vit
vilja hava at vita, hví løgreglan bar seg so at. Málið er kært til lokalnevndina
og fer møguliga víðari, skrivar Ingeborg Vinther í frágreiðingini.<o:p></o:p>
Svf visti tó mánakvøldið at siga, at meira verður ikki gjørt við málið.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
ILA sum vápn<o:p></o:p>
Greitt verður í formansfrágreiðingini frá gongdini til samráðingar og við verkfall. Landsdjóralæknin átti hvønn dag rúm í fjølmiðlunum verkfallsdagarnar, tí stóri stríðsspurningurin gjørdist alingin og laksurin. Og spentari gjørdist støðan, tí ILA sjúkan hevði rakt alibrúk.<o:p></o:p>
Ingeborg Vinther er tó ivaleys, tá hon ger støðuna upp.<o:p></o:p>
- Verkfallið var ógvuliga hart, sum tit vita, tí tað var ógvuligt trýst á at fáaverkfalsrakt arbeiði út úr Havnini og ikki minst á alibrúkunum. Eingin okk-
ara hevur gloymt, hvat landsdjóralæknin hevði á orði, hvussu verkfallið og
tað, at vit ikki góvu undantaksloyvi til alibrúkini, skuldi gera, at ILA-sjúkan
skuldi breiða seg allastaðni, tí tann deyði laksurin ikki varð tikin upp.
Sigast má, at djóralæknin var eitt hent amboð hjá mótparti okkara og í tí
propagandu, hann førdi fram um tann ILA-sjúka laksin, og at limir okkara
ikki fóðraðu.Vit vita, at heilar 14 dagar eftir,at verkfallið var av, var ikki ein
deyður laksur tikin upp úr rakta alibrúkinum, verður m.a. sagt í formansfrágreiðingini









