Leygardagin tann 11.mai er landsdansistevnan, sum verður hildin triðja hvørt ár, í Runavík.
Tá stevna fólk, ið dansa føroyskan dans í dansifeløgum um alt landið og Keypmannahavn við til Runavíkar at halda stevnu. Stevnan verður sett klokkan 17.00 við ráðhúsið.
Setanin er almenn. Ein av eldru limunum hugleiðir um føroyskan dans. Aftaná verður fyrra helvt av Sigmunds kvæði yngra kvøðin, og ein av ungu limunum skipar.
- Hetta kvæði er valt, tí flestu fólk duga at kvøða við, og vit vilja gjarna, at øll koma uppí, tí føroyskur dansur er fyri øll. Ikki bara fyri fólk úr dansifeløgum, siga fyriskipararnir.
Leygarkvøldið verður veitsla fyri innbodnum í Ítróttarhøllini.
Í sambandi við stevnuna hevur Bókasavnið við Løkin saman við Eysturoyar dansifelag gjørt eina framsýning undir heitinum Kvæðabøkur og kvæðasøga. Har er kvæðabókin hjá H.C. Lyngbye til skjals - fyrsta bók, ið er prentað á føroyskum, ið kom út í Randers 1822.
Framsýningin er opin leygardagin kl 13-18. Annars er framsýningin opin eina viku aftrat kl 13-18.










